Fyrsta sett vann Wozniacki lættliga. Hon kom fram um 3-0, áðrenn Jarmila Gajdosova vann fyrsta spælið.
Harfrá fór Caroline við ferð avstað við settinum, sum endaði 6-1.
Gajdosova vann fyrsta spælið í øðrum setti, og leikararnir fylgdust til 2-2. Men so vann Wozniacki einasta brotið í settinum, sum endaði 6-4.
Harvið er Caroline Wozniacki trygt víðari til triðja umfar av French Open.