Wozniacki vann í Farum

Nógv varð væntað av 20 ára ungu Caroline Wozniacki til WTA kappingina í Farum. Hon var styrkismett at vera nummar eitt í kappingini, samstundis sum hon spældi á heimavølli. Men ikki kann sigast annað enn at Wozniacki til fullnar megnaði at spæla undir undir stóra trýstinum.

 

Í fyrsta setti gjørdi Wozniacki bart, og við støði í góðum servum og aggresivum spæli, voldi hon kekkisku mótstøðukvinnuni stórar trupulleikar. Ferð eftir ferð trýsti Wozniacki mótstøðukvinnuna til at gera feilir, og hevði tað við sær, at danska tennis stjørnan einkult vann fyrsta settið 6-2.

 

Næsta settið gjørdist meira spennandi, har Zakolapova fekk betur skil á sítt spæl, meðan Wozniacki hevði trupult við at finna tráin frá fyrsta settinum aftur. Tær báðar fyldust og tí var neyðugt við ?tiebrake?, sum Wozniacki vann 7-5.