Eftir at hava vunnið fyrsta plássið aftur á heimsstyrkilistanum mánadagin, strikaði Caroline Wozniacki undir heitið við at vinna finaluna í Dubai lættliga. 6-1, 6-3 gjørdust tølini í finalusigrinum hjá Caroline Wozniacki á russisku Svetlana Kuznetsova.
Tað kom mitt út í sienna sett, áðrenn Kuznetsova megnaði at halda egnari servu. Wozniacki breyt til 2-0, men Kuznetsova breyt aftur. Hereftir var tó bert talan um eina leikaran á vøllinum, og Wozniacki vann 6-1 eftir bert 28 minuttum.
Russarin var eitt sindur meiri við í seinna settinum, og megnaði at bróta aftur til 3-5, men hon fekk ikki servuna hjá sær inn, og so kundi Wozniacki bróta aftur og vinna settið 6-3.
Hetta er 13. WTA-heitið hjá 20 ára gomlu Caroline Wozniacki.