Wozniacki vann bólkaspælið

Tað var við tógvið stríð, at Caroline Wozniacki hósdagin fekk billbukt við nummar 32 á heimsstyrkilistanum, Daniela Hantuchova, og tryggjaði sær harvið triðja sigurin av trimum møguligum í bólkaspælinum í Tournaments of Champions í Sofia.

 

Hendan kappingin er fyri spælarar, sum ikki sleppa við til stóru finaluna í Doha, har 10 teir bestu leikararnir eru við. Caroline Wozniacki endaði árið sum nummar 11, sjálvt um hon byrjaði árið sum nummar eitt.

 

Tournaments of Champions er kapping fyri leikarar, sum hava vunnið ein sigur á WTA-tourinum, og sum nummar 11 á heimsstyrilistanum er Wozniacki sjálvandi best plaserað í hesari kappingini.

 

Í dag er frídagur, men leygardagin verða so hálvfinalurnar.