Tað er ikki til at siga, hvat tú hevur Caroline Wozniacki nú um stundir. Men nummar 204 í heiminum, Mervana Jugic-Salkic var hóast alt ein mótstandari, sum Wozniacki megnaði at sleppa fram við.
Danin, sum fyri góðum ári síðani lá nummar eitt á heimsstyrki listanum, er fallin aftur sum nummar 10. Men bosniarin fekk ongantíð eitt bein til jørðina móti Wozniacki í dystinum.
Eftir at hava vunnið fyrsta spæl, tapti Jugic-Salkic 1-6, 2-6 móti Wozniacki eftir einum tíma og 34 sekundum.
Wozniacki skal nú møta vinnaranum av dystinum millum Sorana Cirstea frá Rumenia og Ons Jabeur frá Tunesia, sum eru ávikavist nummar 31 og 260 á styrkilistanum. Tan dysturin verður tó ikki leiktur fyrr enn í morgin, týsdag, so Caroline skal ikki í dyst aftur fyrr enn mikudagin.
Kemur Caroline Wozniacki framvið teirri avbjóðingini, bíðar ein størri uppgáva í triðja umfari. Tað verður eftir øllum at døma fimta seedaða Angelique Kerber, sum er nummar seks í heiminum, og sum vann á Caroline Wozniacki í øllum trimum dystunum teirra millum í 2012.