Stóra danska tennistalentið, Caroline Wozniacki, hevur spælt seg inn í topp 100 í heimsstyrkislistanum. Hon hevur leingi ligið og lúrt eftir einum plássi í forkunnuga endanum av listanum, og nú er tað altso eydnast henni. Hetta kemst av sigrinum í síðstu viku, sum hon vann í einari sokallaðari Grand Slam kapping. Caroline Wozniacki, sum er fødd í Póllandi, er bert 16 ára gomul.