Danska Caroline Wozniacki tapti sunnudagin finaluna í tenniskappingini Tournament of Champions í Sofia, Bulgaria, ímóti Nadia Petrova. 30 ára gamli russin vann lemjandi 6-2, 6-1 ímóti Wozniacki, sum stríddist við ein minni skaða og ongantíð fekk sítt spæl at koyra.
Caroline Wozniacki harmar seg uttan iva um at tað ikki eydnaðist henni at vinna finaluna, men hon kann hinvegin fegnast um, at hon við fýra sigrum í hesi kappingin nú aftur er at finna í topp 10 á heimsstyrkislistanum – hon er nú nummar júst 10.