Wozniacki takkaði fyri seg

Danska tennisdrotningin er nú alment givin við at spæla tennis.

Danska tennisdrotningin, Caroline Wozniacki, spældi í nátt føroyska tíð sín seinasta dyst á høgsta støði. Hetta var í Australian Open, har hon í triðja umfari tapti 5-7, 6-3, 5-7 ímóti Ons Jabeur úr Tunesia.

29 ára gamla Caroline Wozniacki hevði fyri hálvum øðrum mánað síðani frá, at hon fór at gevast eftir Australian Open. Hon segði tá, at tíðin er komin at gevast tá ið hon hevur størri hug til onnur ting enn tennis.

- Eg haldi tað vera hóskandi, at síðsti dysturin bleiv ein trísettari. Ein strævin dystur. Og at eg endaði yrkisleiðina við einum forhondsfeili. Tað eru ting, sum eg havi arbeitt við alla yrkisleiðina, segði hon eftir dystin.

Hon var týðiliga rørd og helt eina takkartalu, har hon eitt nú takkaði pápa sínum, Piotr, fyri at hava vant hana heilt frá barnsbeini av og fram til dagin í dag. Hon takkaði eisini allari familjuni og trúføstu fjepparunum.

Caroline Wozniacki, sum hevur pólsk foreldur, men er fødd og uppvaksin í Odense í Danmark, giftist í fjør fyrrverandi kurvabóltsspælaranum, David Lee, og hon sigur seg gleða seg til at byrja eina familju saman við honum.

Nú seinasti tennisbólturin er sligin á hægsta støði, kann Caroline Wozniacki líta aftur á eina yrkisleið, har hon vann 40 WTA-kappingar og eina Grand Slam-kapping, sum var Australian Open í 2018.

Hon byrjaði sum fulltíðar tennisspælari í 2005, og nú hon takkar fyri seg hevur hon vunnið útvið 240 milliónir krónur.