17 ára gamla danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, vann í gjár sín størsta sigur nakrantíð, tá hon vann 6-2, 6-2 á heimsins nummar fýra, Svetlana Kusnetsova Hóast Caroline Wozniacki er á 32. plássinum, var tað danska tennisstjørnan, sum vant burtur úr fimmm ár eldra kappingarneytanum. Hetta er fyrstu ferð, at Wozniacki vinnur á einum leikara á top átta styrkislistanum. Danska Wozniacki luttekur í einari undankapping til Wimbledon, sum fer fram í enska býnum Eastourne.