Tað ljóðar næstan ófatiligt, men satt er tað. Ein donsk tennisstjørna er nummar tvey á heimsstyrkislistanum.
Hon hevur fet fyri fet leikt seg heilt fram í oddin á kvinnutennis, og tá hon vann á góðu vinkonu síni, polsku Agnieszka Radwanska, í hálvfinaluni í kappingini í Indian Wells í USA, kom hon samstundis fram á annað plássið á heimsstyrkislistanum, og so langt frammi hevur hon ongantíð verið áður.
Hon endaði árið í fjør sum nummar trý, men fall so eitt pláss aftur. Við kappingina Indian Wells er hon seedað sum nummar tvey, og hevur gjørt sína skyldu við at vinna seg fram til finaluna.
Við hesum úrslitinum vinnur hon seg fram um Svetlana Kuznetsova og í løtuni skaddu Dinara Safina, ið annars lógu sum ávikavist nummar trý og tvey.
Í finaluni skal Wozniacki møta Jelena Jankovic, og bert við at vera komin so langt fær hon 1,75 milliónir krónur.
Finalan verður spæld klokkan 19 føroyska tíð sunnudagin.