Danska Caroline Wozniacki er ikki longur við í Wimbledon-tenniskappingini. Í einum høðrum dysti, sum vardi hálvan triðja tíma, mátti hon lúta seinnapartin fyri Dominika Cibulkova úr Slovakia.
Dysturin var í trimum settum, og Cibulkova vann 1-6, 7-6 og 7-5. Tær báðar hava spælt nakrar dystir fyrr, og Wozniacki hevur vunnið teir flestu. Men í dag bar ikki til.
Fyrr í dag reyk amerikanska Serena Williams eisini úr Wimbledon-kappingini.