Leiðin greiðir seg næstan sjálv fyri Carolinu Wozniacki í French Open. Í gjár spældi hon í fjórða umfari móti italiensku Flavia Pennetta, og meðan hon hevði trupulleikar í fyrsta og øðrum setti, sum hon ávikavist vann og tapti 7-6, so var egin ivi í triðja setti, sum hon vann lættliga 6-2.
Í dystinum móti Pennetta hevði Wozniacki tveir settbóltar móti sær, áðrenn hon vann tie-breakaran 8-6. Í øðrum setti hevði Wozniacki somuleiðis tveir settbóltar móti sær, men tapti so tie-breakaran 4-7.
Fysiska styrkin kom týðiliga til sjóndar í triðja setti, og Wozniacki vann sum nevnt lættliga.
Nú stendur enn ein italienari hinumegin netið, tá Caroline Wozniacki skal royna at náa hálvfinaluna. Tað er Francesca Shiavone, sum Wozniacki hevur møtt einaferð áður. Tað var fyri tveimum árum síðani, og tá mátti tann tá 17 ára gamla danska stjørnan lúta fyri tíggju ár eldru mótstøðukvinnuni.
Dysturin í morgin verður á sjálvum høvuðsvøllinum á Roland Garros, Phillippe Chatrier, har eisini svenski Robert Söderling spælir seinni.
Tað sær annars betri og betri út fyri Wozniacki, ikki minst eftir at Venus Williams tapti móti russisku Nadia Petrova í fjórða umfari. Nú er Wozniacki nógv hægst seedað í sínari hálvu.
Nevnast kann, at eisini Justine Henin er úti av French Open. Hon tapti í fjórða umfari móti australsku Samantha Stosur, og fær tí ikki eina fjórðingsfinalu móti Serena Williams.
Dysturin millum Caroline Wozniacki og Francesca Shiavone sæst á Eurosport og byrjar klokkan 13 í morgin.