Alt bendir á, at tað var soleiðis, Kim Clijsters hugsaði, tá hon við vilja gav Vera Zvonareva tvey tey seinastu spølini í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Við at tapa avgerandi dystin í bólkaspælinum gjørdist Kim Clijsters nummar tvey í bólkinum, og skal tískil møta nummar eitt í hinum bólkinum, sum heldur óvæntað gjørdist australska Samantha Stosur.
Stosur vann rættiliga óvæntað á Caroline Wozniacki í bólkaspælinum, og hóast hon tapti ein dyst móti Elena Dementieva, endaði hon kortini ovast í bólkinum, har Wozniacki gjørdist nummar tvey.
Kim Clijsters tapti tepurt fyrsta sett 6-4, og spælararnir fylgdust fram til 5-5 í øðrum setti. Men so segði Clijsters stopp. Hon gav týðiliga Zvonareva allar bóltarnar uttan tann eina, sum Zvonareva óskiljandi smasjaði í netið.
Í seinasta servispælinum tímdi Clijsters als ikki at sláa eftir bóltinum, og so vann Vera Zvonareva 6-4, 7-5.
Zvonareva hevur havt góð úrslit móti Wozniacki og vann til dømis hálvfinaluna í US Open móti dananum. Seinni hevur hon tó tapt móti Wozniacki í fjórðingafinaluni í Bejing Open, sum danin vann sum sína sættu kapping í ár.
Hálvfinalurnar verða spældar í morgin, og har møtast altso nummar eitt og nummar tvey í heiminum í løtuni, Caroline Wozniacki og Vera Zvonareva, og í hinari Kim Clijsters og Samantha Stosur. Finalan verður sunnudag, og dystirnir verða vístir á Eurosport.