Við kappingarendan i Singapore, er Caroline Wozniacki nær við hálvfinaluna eftir tveir góðar sigrar.
Hon byrjaði móti nummar tvey á heimsstyrkilistanum, Maria Sharapova, og eftir at hava vunnið fyrra sett 7-6 upp á tie-break, 7-4, tapti hon næsta sett, eisini 7-6 við tølunum 7-4.
Í triðja og avgerandi setti var tó eingin ivi. Wozniacki vann trygt 6-2.
Og i morgun møtti hon so Agnieszka Radwanska, sum í seinastuni hevur spælt sera væl. Hon er í løtuni nummar seks á heimsstyrkilistanum, meðan Caroline Wozniacki er nummar átta.
Heldur ikki her bilaði hjá dananum, tó at tað ikki byrjaði so væl. Hon var nær við at koma aftur um 1-4, men fekk bjarga støðuni og vent henni, so hon sjálv kundi serva fyri fyrsta setti, framman fyri 6-5. Og tað eydnaðist.
Í øðrum setti fylgdust t´r báðar fram til støðuna 3-3, men tá eydnaðist Caroline at bróta servuna hjá Radwanska tvær ferðir og harvið vinna settið 6-3.
Nú er bert ein dystur eftir í bólkaspælinum í bláum bólki hjá Wozniacki, og tað er ímóti nummar trý á heimsstyrkilistanum, Petra Kvitova.