Danska tennisstjørnan Caroline Wozniacki er liðug í stóru kappingini US Open longu eftir 1. umfar. Í fyrsta dystinum, sum var í gjárkvøldið, møtti Wozniacki rumensku Irina-Camelia Begu, sum vann dystin lættliga 6-2, 6-2.
Irina-Camelia Begu er nummar 96 á heimsstyrkilistanum.
-Eg royndi, men eg fekk ikki spælið at rigga. Eg gjørdi ov nógv mistøk. Hetta er sera hugstoytt, segði Wozniacki aftan á dystin.
Í øðrum setti mátti Wozniacki fáa viðgerð. So seint sum í síðstu viku mátti hon taka seg burtur úr einari kapping í New Haven í USA, tí hon hevði trupulleikar við knænum.