Danska tennisstjørnan, Caroline Wozniacki, leikti seg fyri løtu síðani í hálvfinaluna í Wuhan Open.
Tað skuldu kortini trý sett til, áðrenn Wozniacki var klár til hálvfinaluna í Kina, har mótstøðan eitur Eugenie Bouchard úr Kanada.
Í dystinum í dag kom Caroline illa frá byrjan, og tapti fyrsta settið 6-4 til sveisisku Timea Bacsinszky.
Hon kom kortini væl aftur í øðrum setti, sum hon vann trygt 6-2.
Tað leikaði javnt á í triðja setti, til tað eydnaðist Wozniacki at bróta servina og koma fram um 5-3, áðrenn hon so servaði settið og dystin í hús til 6-3.
Hálvfinalan móti Eugenie Bouchard verður leikt fríggjadagin klokkan 12 føroyska tíð, og víst á Eurosport.