Wozniacki í fríum falli

Einaferð var danska tennisdrotningin heimsins best, men soleiðis er ikki longur.

Caroline Wozniacki hevur fingið eina vánaliga byrjan upp á nýggja árið, og vánaligu úrslitini í Auckland, Australian Open og Skt. Pætursborg fáa nú avleiðingar fyri donsku tennisdrotningina.


Á nýggja heimsstyrkislistanum, sum varð kunngjørdur í dag, er Caroline Wozniacki nummar 22. Hetta er tað lægsta síðani 1. januar 2008, tá ið hon sum 18 ára gomul var nummar 64.


Fíggjarliga líður Wozniacki tó neyvan nakra neyð, tí við 23 kappingarsigrum á yrkisleið síni hevur fyrrverandi heims-eittarin tjent 140 milliónir krónur bara í vinningum.


Fremst á heimsstyrkislistanum er enn sum áður Serena Williams, meðan nýklakti Australian Open-vinnarin, Angelique Kerber úr Týsklandi, nú er nummar tvey.


Caroline Wozniacki á heimsstyrkislistanum:


Nú: 22

2015: 17

2014: 8

2013: 10

2012: 10

2011: 1

2010: 1

2009: 4

2008: 12

2007: 64

2006: 237