Wozniacki í hálvfinaluni móti Williams

Tað skuldi bæði reim og selar til, áðrenn Caroline Wozniacki hevði spælt seg fram við Andrea Petkovic í fjórðingsfinaluni við US Open.

 

Tað sá annars ógvuliga gott út hjá danska heimseittaranum í fyrsta setti. Eftir at Petkovic hevði vunnið egna servu og lagt seg á odda 1-0, fann hon ongantíð fótafesti aftur og tapti seks tey næstu game’ini og harvið settið 1-6.

 

Í øðrum setti byrjaðu tríggir teir fyrstu game’irnir sera trilvandi, men báðar hildu serv til 2-1 til Wozniacki. So breyt danir og tað sá út til, at Petkovic var liðug. Men samstundis sum Wozniacki fór at spæla nógb meiri varisliga, satsaði Petkovic nógv, og tað eydnaðist.

 

Hon brety aftur til 3-4, helt til 4-4, og megnaði enntá at bróta servuna hjá Wozniacki til 6-5. Men so breyt danir aftur og settið endaði við einum tie-break.

 

Wozniacki helt se galla tíðina framman fyri og kom upp á 6-3, áðrenn hon vann tie-breakarin 7-5 og harvið dystin 6-1, 7-6.

 

Caroline Wozniacki skal nú møta uttan iva besta leikaranum í heiminum í løtuni, Serena Williams. Hennara fjórðingsfinala móti Anastasia Pavlyuchenkova endaði 7-5, 6-1.

 

Samantha Stosur er í hinari hálvfinaluni. Hon vann heldur óvæntað 6-3, 6-3 móti heimsins nummar tvey, Vera Zvonareva. Stosur hevur sera góðan møguleika at koma allan vegin ði finaluna, tí hon skal vinnaranum av ókendu og óseedaðu Angelique Kerber úr Týsklandi og Flavia Pennetta, seedað 26 úr Italia. Tann dysturin skal eftir skránni spælast einaferð einaferð í kvøld ella í nátt. Øll kráin er enn forskotin.