17 ára gamla amerikanska sensatiónin í tennis við US Open, Melanie Oudin, kundi einki gera við donsku Caroline Wozniacki, sum vann fjórðingsfinaluna 6-2 6-2. Bert í byrjanini av øðrum setti var eitt sindur av spenningi í, tá Oudin helt egnari serv til 2-3, men so streyk Caroline avstað og vann settið trygt. Melanie Oudin hevur annars staðið seg ótrúliga væl undir US Open, og hevur undan fjórðingsfinaluni sligið fýra russiskar stjørnur út. Hon var undan kappingini nummar 70 á styrkislistanum, men tað er eingin ivi um, at hon flytir fleiri pláss fram eftir góðu úrslitini. Caroline Wozniacki er í løtuni nummar 8 á styrkislistanum, men man hon ikki eisini fara at toga seg eitt pláss fram ella bæði tvey eftir síni góðu úrslit. Caroline Wozniacki møtir í hálvfinaluni belgisku Yanini Wickmeyer. Í hinari hittast Serena Williams og Kim Clijsters.