Danska Caroline Wozniacki vann sín triðja dyst á rað móti serbisku Jelena Jankovic og skal nú møta Maria Sharapova í hálvfinaluni í Rom. Tað var ein eitt sindur løgin dystur, sum Caroline Wozniacki spældi móti Jelena Jankovic í gjár.
Í fyrsta setti breyt Wozniacki servuna hjá Jankovic við støðuna 3-3 og vann síðani settið 6-3.
Í øðrum setti vann Jankovic lætt 6-1, seinasta gamið við at bróta servina hjá Caroline Wozniacki.
Triðja settið byrjaði við at báðar brutu servina hjá hvørjum øðrum fram til 4-3. So helt Caroline Wozniacki sína servu og breyt síðani Jankovic til at vinna 6-3, 1-6, 6-3.
Hon skal nú møta Maria Sharapova í hálvfinaluni. Victoria Azarenka vann fyrsta sett móti Sharapova 6-4, men aftanfyri 0-3 í øðrum setti mátti hon taka seg aftur við skaða.
Í hinari hálvfinaluni møtast Li Na úr Kina og Samantha Stusur úr Australia. Hálvfinalan millum Wozniacki og Sharapova verður spæld í dag klokkan 15.