Hesum boðar hon frá á Instagram.
– Eg havi spælt professiónelt, síðani er var 15 ára gomul. Hesa tíðina havi eg upplivað fantastiska nógv í lívi mínum, skrivar hon.
– Við 30 WTA-heiðrum í einsmansleiki, einum fyrstaplássi á heimsstyrkislistanum í 71 vikur, trimum olympiskum leikum, har eg millum annað hava borið flaggið hjá føðilandi mínum, og ein grand slam-sigur í Australian Open havi eg rokkið øllum, sum eg kundi droyma um á vøllinum.
Seinstu árini hava gitingvar verið um, hvørt hon skjótt fór at gevast – serliga eftir hon hevur fingið staðfest liðagikt.
Higartil hevur hon tó sagt, at hon ætlaði at spæla víðari, men í dag hevur hon so boðað frá, at yrkisleiðin hjá henni nú steðgar.
At tað verður við Australian Open er neyvan av tilvild. Tað var her, hon vann sín fyrsta og higartil einasta grand slam-sigur í 2018.
Danska tennisstjørnan gjørdist professiónell í 2005, og hon endar yrkisleið sína sum 29 ára gomul sum besti tennisleikari í Danmark nakrantíð.
/ritzau/