Størsta ítróttarnavnið í Danmark í 2009 gjørdist Caroline Wozniacki. BT hevur staðið fyri eini atkvøðugreiðslu, og har vann Wozniacki 539 av 540 møguligum stigum. Nummar tvey á listanum gjørdist Lotte Friis, sum í heyst vann sær støðu sum ein av heimsins bestu langteinarum hjá kvinnum. Nicklas Bendtner gjørdist nummar trý.