Worthington leggur frá sær

Dysturin hjá Norður Írlandi móti Italia í annaðkvøld verður hin seinasti við Nigel Worthington sum venjara.

 

Hann hevur fingið manga skoluna frá einum parti av fjepparunum eftir eina vánaliga undankapping.

 

Fyrrverandi Norwich-venjarin hevur havt ábyrgdina av Norðurírska landsliðnum í fýra og eitt hálvt ár, tó uttan at megna at kvalifisera liðið til nakra stóra kapping.

 

Soleiðis hevur liðið bert vunnið tveir av teimum seinastu 23 dystunum , tann eina móti Føroyum. Fimm av teimum 12 málunum, landið hevur skotið, eru somuleiðis móti Føroyum.

 

Sáttmálin gongur út á nýggjárinum, men Worthington hevur so valt at leggja frá sær eftir dystin í annaðkvøld.

 

Norður Írland hevði vónir um at náa EM endaspælinum til teir taptu móti Serbia á heimavølli og Estlandi á útivølli, og fríggjadagin máttu teir leggja rygg til eitt 2-1 tap á heimavølli móti júst Estlandi.