Workshop við Stanley Samuelsen

Um vikuskiftið verður mentanartiltakið Asfalt í miðbýnum í Havn, og í hesum sambandið bjóðar Asfalt eisini workshop við Stanley Samuelsen. Spælir tú guitar, men ynskir nýggjan íblástur og fleiri møguleikar á guitarinum?

 

So kanst tú melda teg til workshop á Asfalt og fáa eitt skeið frá einum av okkara mest royndu guitarsnillingum, nevniliga Stanley Samulsen

 

Stanley fer at greiða frá, hvussu tú fært meiri burtur úr guitarinum við at nýta fleiri ymsar hættir, tá ið guitarin skal stemmast.

 

Stanley fer at geva dømi, bæði við egnum løgum og løgum hjá øðrum, hvussu ein skapar ymiskar ljóðmyndir við at brúkar allar teir ymsu hættirnir at stemma guitarin, og má hann sigast at vita nógv um hetta, tí Stanley nýtir sjálvur átta ymiskar hættir, tá ið hann skal stemma sín guitara.

 

Áhugaði kunnu melda seg til, við at senda teldupost á futt@futt.fo ella ringja 270080.