Woods var í serflokki

Amerikanski golfspælarin Tiger Woods var í flokki fyri seg, tá ið hann vann kappingina á The Grove í Onglandi um vikuskiftið. Veðrið var einki serligt í Onglandi í gjár, og tvær ferðir máttu golfspælararnir steðga orsaka av veðrinum. Men Woods var ikki órógvaður av tí, og hann endaði heili 8 sløg frammanfyri teir næstu spælararnar í kappingini, sum vóru Ian Poulter og Adam Scott.