Woods tryggjaði sigur

Um vikuskiftið spældu USA og eitt altjóða lið avgerandi dystin í Presidents Cup-kappingini, og enn eina ferð vísti Tiger Woods, at hann er komin væl fyri seg aftur. Í avgerandi dystinum ímóti suðurkoreanska Y.E. Yang vann Tiger Woods 6/5, og tað var nóg mikið til at tryggja USA sigurin – enntá áðrenn komið var til einmansleikin hjá kvinnunum.