Woods kostar sjónvarpspengar

Golf er ein av ítróttinum, sum heilt nógvir pengar eru í. Ikki minst takkað verið beinleiðis sjónvarpssendingunum. Men virðið á hesum tykist falla nógv, nú stjørnan, Tiger Woods, er fallin. Ótrúskapurin hjá Woods hevur fyribils sent stjørnuna úr ítróttini, og tað hevur fingið sjónvarpsstøðirnar at óttast fall í hyggjaratølunum. – Uttan Woods eru kappingarnar sum stórir filmar uttan nakrar stjørnur, sigur Bill Carrol, stjóri á NBC. NBC sendi seinasta vikuskifti frá Chevron Wolrd Challenge, men hyggjaratalið hesa ferð var 54 prosent lægri, enn tað áður hevur verið.