Hóast ágangurin hevur verið harður seinastu vikurnar, er Tiger Woods júst kosin sum størsta ítróttarnavnið yvirhøvur seinasta tíggjuára-skeiðið. Tað er úrslitið av eini atkvøðugreiðslu, sum AP hevur staðið fyri. Tiger Woods fekk 56 av 142 atvkøðum, og var við hesum langt fremstur. Nummar tvey gjørdist Lance Armstrong við 33 atkvøðum, og honum á baki komu Roger Federer, Michael Pjelps, Tom Brady og Usain Bolt.