Woods aftur hjá konuni

Sambært Sunday Mirror hevur Tiger Woods fingið seks mánaðir frá konuni til at sannføra um, at hon er tann einasta eina í hansara lívi

Golf

Eftir at hava verið í viðgerð fyri ovurstóra sex-tørv tín er Tiger Woods nú til reiðar at flyta heim til konu og børn, samstundis sum hann skal fáa skil á privatlív sítt.
Sambært Sunday Mirror hevur Elin Nordegren nú givið manninum boð um, at hann fær seks mánaðir til at prógva, at tað er hjá henni, at hann vil búgva. Megnar Woods at halda sær í skinninum komandi seks mánaðirnar, sigur konan seg vera til reiðar at seta ringin á fingurin aftur.
Sambært blaðnum eru tað læknarnir á viðgerðarheiminum, Gentle Path, í Mississippi, har Woods hevur verið til viðgerð, ið hava sannført svensku konuna hjá Woods um, at tað ber til at fáa tamarhald á trupulleikum hansara.
Ein vinmaður hjá Tiger Woods sigur við blaðið, at læknarnir hava sannført Elin um, at Tiger Woods veruliga hevur gjørt stór framstig, og at hann hevur menniskjansligu eginleikarnar, sum eru neyðugir, um hann skal broyta atburð.
Í gjár kundi soleiðis staðfestast, at Woods er fluttur inn til konuna. Fyribils í einum húsi í Florida, men ætlandi skulu tey hesa vikuna flyta heim, og har verður fyrsta uppgávan at halda eitt ára føðingardagin hjá yngsta soninum, Charlie.