Jonathan Woodgate skifti fyri trimum árum síðani frá Newcastle til spanska Real Madrid. Tilveran í Madrid var alt annað enn stuttlig hjá spælaranum, sum var illa plágaður av skaðum. Av tí sama var spælitíðin avmarkað, og í fjør varð hann leigaður út til Middlesbrough, og har hevur gingið munandi betur hjá honum. Somikið væl, at partarnir í gjár samdust um at gera ein fýra-ára sáttmála fyri íalt 75 mió kr.