Wolves koyrir Saunders

Fyri aðru ferð hettar kappingarárið koyrir Wolverhampton Wanderers venjaran.

 

Fyrru ferð var í januar, tá Dean Saunders tók yvir eftir norska Ståle Solbakken, sum tá fekk sekkin. Saunders kom frá einum venjarastarvi í Doncaster Rovers í League One.

 

48 ára gamli walisin hevði leiðsluna í 20 dystum, og kom í venjarasætið, tá liðið lá nummar 18. Nú flutti Wolves niður, meðan Doncaster Rovers flutti mótsattan veg undir Bryan Flynn.

 

Nú leitar Wolverhampton Wanderes eftir fjórða venjaranum, síðani teir koyrdu Mick McCarthy í februar 2012.

 

Terry Connor hevði eitt tíðarskeið sum fyribils venjari í Premier League, áðrenn felagið gleið niður í the Championship, og Ståle Solbakken varð settur sum venjari, tó bert fram til januar.

 

Dean Saunders, sum eisini seinasta kappingarár flutti niður í League One við Doncaster, vann fimm, spældi fimm javnar og tapti 10 dystir í hansara 20 dystir tíðarbili sum Wolves venjari.