Wolfsburg eitur í løtuni Golfsburg

Bilredaktiónin á Sosialinum varð boðin við, tá nýggi VW Golf var sýndur fram fyri motorjournalistum í Wolfsburg í Týsklandi seinasta hósdag. Býurin verður í løtuni nevndur Golfsburg

Wolfsburg. Saman við donskum motorjournalistum varð bilredaktiónin á Sosialinum boðin við til Týsklands at royndarkoyra nýggja VW Golf, sum nú er komin í fimtu generatión. Bilurin kemur á danska og føroyska marknaðin í november.
Túrurin gekk til úr Kastrup til Hannover, har spildurnýggir VW Golfar stóðu klárir í floghavnini til at royndarkoyra. Bilarnir skuldu í fyrsta umfari koyrast til bygdina Goslar, har ein framsýning av undirvogni, upphangum, róðurgreiðum, setrum, og nógvum ymiskum smálutum í nýggja Golfinum var. Høvið var at tosa við VW serfrøðingar og seta teimum spurningar. Har komu motorjournalistar úr nógvum ymiskum londum.
Síðan gekk leiðin til Wolfsburg ella Golfsburg sum býurin verður nevndur í løtuni, í sambandi við marknaðarføringina av nýggja VW Golf. Grundarsteinurin til VW verksmiðjuna varð lagdur í 1938 nærhendis gamla Wolfsburg slottinum, men eingin verulig framleiðsla av VW bilum byrjaði fyrr enn eftir seinna heimsbardaga.
Í veruleikanum var eingin býur har, tá verksmiðjan varð bygd, men Wolfsburg vaks skjótt rundan um hesa stóru bilverksmiðjuna, sum kravdi nógva arbeiðsmegi.
Í dag eru 1,6 kvadratmetrar undir sama taki á einum øki sum er átta ferkilometrar til støddar. Á økinum eru sjey kilometrar av vegi, og har arbeiða 50.000 fólk, har umleið helvtin er beinleiðis við í framleiðsluni, og hin helvtin er fyrisiting, gransking og menning. Volkswagen bilverksmiðjan í Wolfsburg er heimsins størsta. Umframt VW Golf verða eisini aðrir VW bilar gjørdir á hesi verkmiðjuni, sum t.d. Touran. Hóast verksmiðjan er nógv útbygd og umbygd og nútímansgjørd, verða VW Golf framleiddir á einum sera framkomnum anleggi í upprunaligu bygningunum. Á verksmiðjuni eru innstalleraðir 1100 robottar.
Hvønn týdning verksmiðjan hevur fyri býin, sæst best nú býarstýrið hevur givið loyvi til, at býurin verður nevndur Golfsburg í byrjanini av marknaðarføringini av nýggja Golfinum.

Autostadt

Fyri nøkrum árum síðan fekk Wolfsburg eitt nýtt býarmerki. Talan er um tvey stór glastorn saman við teimum stóru glasbygningunum í Autostadt, sum liggja inni á økinum hjá Wolkswagen bilaverksmiðjuni.
Autostadt eru nógvir stórir glasbygningar við framsýningarhølum til nýggjar bilar og ein stór framsýning av ymiskum gomlum VW-bilum og øðrum bilmerjum sum t.d. Audi, DKW, Bentley, Bugatti og aðrir sjaldsamir og spennandi bilar. Hendan framsýningin er serliga gjørd fyri at vísa gongdina í bilaframleiðsluni frá byrjan og fram til okkara dagar.
Eitt av endamálunum við Autostadt er at evropiskir kundar, sum skulu hava nýggjan VW bil, kunnu bíleggja sær hann hjá sínum egna bilhandlara og síðan gera avtalu um at heinta bilin í Autostadt í Wolfsburg. Har fáa tey møguleika at síggja hvar bilurin tey hava keypt verður framleiddur. Nýggju bilarnir standa í stórum glastornum í fleiri hæddum, eins og leikutoysbilar í stativum í leikutoyshandlum.
Síðan Autostadt varð liðugt fyri fýra árum síðan hava yvir sjey milliónir vitjandi verið har. Saman við Disneyland uttan fyri Paris verður Autostadt roknað sum eitt av stóru ferðafólkamálunum í Evropa.

Visti um Føroyar

Um kvøldið var tíðindafundur á gamla Wolfsburg slottinum. Tíðinafólkini vórðu koyrd til slottið í stórum VW Phaeton luksuslimousinum. Har kunnaði framleiðslustjórin hjá Volkswagen um hugsjónina aftan fyri nýggja VW Golf, og um hvussu bilurin var uppbygdur. Alt bleiv samstundis víst á stórskíggja.
Til borðhaldið eftir tíðinafundin komu vit at sita yvirav framleiðslustjóranum hjá Volkswagen. Hann visti væl um Føroyar, og at vit vóru líka við at spæla javnt móti týska landsliðnum í summar. Hann segði at tað var ein øgiligur spenningur og ein stórur lætti tá týskararnir at enda skoraðu og fingu tvey mál.