Frambrot
WML (Weight, Management & Labeling System) er ein skipan, sum teldufyritøkan, Com-Data, hevur ment í samráð við reiðaran og skiparan á línuskipinum, Grunningi.
- Størsti trupulleikin hjá seljara av feskum fiski, er, at tú ikki neyvt kanst siga keyparum, hvussu nógvan fisk, tú hevur, hvussu støddin er ? og at enda, hvussu dygdin á fiskinum er. Henda trupulleika kenni eg, bæði sum reiðari á Grunningi, men eisini sum útflytari av feskum fiski.
Soleiðis greiðir Kári Hansen, reiðari, frá.
Hann sigur, at hugskotið um at náa hesum máli, er komið so við og við.
- Tankin hevur alla tíðina verið at kunna landa fiskin skildan og vigaðan, soleiðis at hann kann bjóðast út í Føroyum og verða seldur ymsum keyparum, bæði her heima og uttanlands.
Reiðarin sigur, at teir byrjaðu at gera lastina á Grunningi upp av nýggjum sum kassalast ? við glastrevjaplasti og rustfríum stáli. Síðan settu teir køling í lastina og fingu sær ísmaskinu, sum ger ískrapa ella liquid-ice, sum ísurin eisini verður róptur. Hesin fer nógv betri við fiskinum enn vanligi turrísurin.
- Vit sóu, at dygdin á fiskinum broyttist munandi, sigur Kári.
Men so kom spurningurin?
- Hví skulu vit ikki kunna gera fiskakassarnar heilt lidnar umborð - skilja fiskin í støddir, viga kassarnar og hava eina telduskipan til at halda skil á øllum upplýsingunum?
Com-Data loysnin
Og nú er tað, at teldufyritøkan, Com-Data, kemur inn í myndina.
- Eg kannaði, hvat var á marknaðinum av slíkum skipanum, men fann einki, ið kundi alt tað, eg ynskti. Hugsaði, at hetta mátti verið ein áhugaverd uppgáva hjá eini føroyskari teldufyritøku.
Kári vendi skjótt eygunum móti Com-Data, sum hevur verið slóðbrótari, tá ið ræður um ymiskar loysnir til fiskivinnuna.
- Eg vendi mær tískil fyrst til teirra ? og teir dugdu væl at síggja møguleikarnar við eini slíkari skipan.
Næsta stigið var at seta upp, hvørji nágreiniligu krøvini til skipanina skuldu verða ? og við í hesum arbeiði var eisini skiparin á Grunningi.
- Tað er henda skipan, nevnd WML-skipanin, sum Com-Data síðan gjørdi til veruleika, sigur Kári.
Hann fegnast um fyrimyndarliga arbeiði, sum teldufyritøkan gjørdi til tess at loysa hesi viðurskifti eftir teirra ynski.
- Vektirnar og telduskipanin vísa seg at virka sera væl. Tá ið Grunningur nú kemur inn, er fiskurin klárur at selja. Neyðugt er ikki at stoyta fiskin millum kør og síðan skilja hann í støddir. Higartil er tað mesta av fiskinum farið til Skotlands sum óviðgjørt, og okkara keyparar eru sera væl nøgdir við dygdina. Teir spyrja ofta, nær meira fiskur kemur av hesum slagnum.
Kári sigur, at vanligt er, at fiskurin fyrst verður boðin út í Føroyum, soleiðis at møguleiki er hjá føroyskum virkjum, ið vilja hava bestu dygdina, at keypa ? um prísurin er nóg góður. Oftast keypir hann fiskin sjálvur og flytir hann niður á skotska marknaðin.
- Endamálið var at kunna bjóða út eina vøru, ið hevur so breiðan áhuga hjá keyparum sum gjørligt. Hetta mál meti eg, vit hava rokkið við WML-skipanini, sum Com-Data so hegnisliga hevur ment, sigur reiðarin.
Gevur bonus
Mannagongdin, ið nýtt verður umborð á Grunningi, heldur Kári Hansen, er tætt við tað besta, sum gerast kann fyri at fáa so nógv sum gjørligt fyri fiskin.
Broytingin hevur eisini gagnað manningini, sum annars siglir eftir vanligum sáttmála. Ger skipið eina góða sølu, fær manningin ískoyti fyri gott arbeiði.
Línuskipið, Grunningur, er 80 tons. 12 mans eru við skipinum, og vanliga eru teir úti eini 3-4 samdøgur.
- Umborð verður fiskurin kruvdur sum skjótast, skildur í støddir og koyrdur í lastina alt fyri eitt. Kassarnir verða vigaðir umborð, so greitt er, hvussu nógv ? og hvørji fiskasløg ? eru í hvørjum kassa. Telduskipanin vísir eisini nágreiniliga fiskiskapin teir ymisku dagarnar.
Reiðarin sigur, at ansað verður sera væl eftir, at fiskurin stendur so kalt sum gjørligt. Tí verður hann ikki tikin upp úr lastini, fyrr enn hann er seldur.
- Fiskurin, sum Grunningur kemur við, verður sostatt ikki nortin, fyrr enn hann er klárur at skera til flak, sigur Kári Hansen.
Hesum hevur Com-Data í neyvum samstarvi við reiðaran
og skiparan á Grunningi syrgt fyri.
Tað er William West, ið starvast hjá Com-Data í Klaksvík, sum hevur verið fremstur í menningini av WML-skipanini.