Wisla Plock heldur fast í triðja plássinum

Tað var heldur soltið við spælitíð hjá Andriasi Edmundssyni í dag

Liðið hjá Andriasi Edmundssyni, Wisla Plock spældi í kvøld dyst á útivølli móti Polonia Warszawa, ið er ein av kappingarneytunum í uppflytingarstríðnum í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.

 

Wisla Plock megnaði javnleik 0-0, og teir hildu sostatt munin til Polonia Warszawa. Tað var gott í sær sjálvum.

 

Meira harmiligt var, at tað gingu 85 minuttir av dystinum áðrenn Andrias slapp á vøllin.

 

Wisla Plock er triðfremst í deildini við 54 stigum. Teir hava fýra stig upp til Termalica, ið er á øðrum plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina.

 

Mánakvøldið 28. apríl hevur Wisla Plock heimadyst móti Pruszkow. Eftir tað hevur Wisla Plock fýra dystir eftir til at tryggja sær eitt pláss millum seks tey fremstu liðini, og harvið hava møguleikan at spæla um at sleppa at flyta upp í bestu deildina.