Seint seinnapartin spældu landsliðsbakkurin, Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Wisla Plock dyst í næstbestu pólsku fótbóltsdeildini.
Á útivølli móti Ruch Chorzow endaði tað við javnleiki 0-0. Andrias spældi allan dystin.
Andrias og liðfelagarnir hava í fimm teimum fyrstu kappingardystunum í 2025 megna tríggjar sigrar og tveir javnleikir, so teir eru ósigraðir í hesum árinum.
Wisla Plock liggur á einum fjórða plássi við 44 stigum. Mótstøðuliðið í dag, Ruch Chorzow er á einum sætta plássi við 37 stigum, so tað var týðandi, at Wisla ikki tapti dystin í dag.
Wisla Plock er fýra stig frá Arka Gdynia á øðrum plássinum. Nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan liðini sum enda á endastøðunum millum nummar trý og seks spæla uppflytingardystir.
Mánadagin 31. mars spælir Wisla Plock dyst á útivølli móti Tychy.