Seinasta árið hevur Amy Winehouse nýtt einar 70 milliónir krónur uttan at forvinna tað stóra. Lítið er nú eftir av stóru peinginarúgvuni, sum hon hevði í fjør. Í 2008 hevði sangarinnan millum 75 og 77 milliónir kr. á bók. Nýggjasti roknskapurin frá hennara trimum feløgum vísir tó, at hon bert hevur 7,6 milliónir eftir.
Bretsku miðlarnir halda, at hon hevur nýtt størsta partin til rúsdrekka, rúsevni og vill ball. Hon búði eisini á einum luksushotelli í Karibia í 7 mánaðir, og tað kostaði henni nógvar milliónir.
Winehouse hevur ikki latið nakra plátu úr hondum síðani Back to Black, sum kom í 2006, og hóast plátan seldi ótrúliga væl, so eru inntøkurnar frá henni nú minkaðar so tað forslær.









