Windows 7 er ávegis

Bill Gates segði fríggjadagin, at nýggja stýriskipanin væl kann koma á marknaðin longu í komandi ári Tá Vista kom á marknaðin fyri góðum ári síðani varð sagt, at næsta stýriskipanin frá Windows í fyrsta lagi kom á marknaðin í 2010, men tann støðan tykist nú verða broytt.

Undir eini røðu, sum Bill Gates helt við Inter-American Development Bank, varð Microsoft-stovnarin støðugt spurdur ymsar spurningar um Vista-skipanina, sum støðugt hevur rent seg í trupulleikar. Og eitt svar hansara bendir á, at næsta Windows-skipanin verður tøk longu næsta ár.

- Um eitt ár ella so hava vit eina nýggja skipan klára. Og eg eri serstakliga bjartskygdur um tær broytingar, sum nýggja skipanin fer at hava við sær á fleiri økjum, segði Gates við amerikonsku miðlarnar.

Sambært Cnet-com er talan tó helst um eina útgávu, sum tá verður tøk til beta-test.

Enn hevur Microsoft ikki gjørt viðmerkingar til, hvørjar eginleikar nýggja skipanin fer at hava. Tað stendur tó greitt, at talan verður um bæði eina 32- og 64-bit útgávu, eins og hesar verða í ymsum útgávum til privat- og vinnukundar.