Fyriskipararnir handan Wimbledon hava í dag boðað frá, at heimsgitna tenniskappingin í ár er avlýst vegna koronavirus.
Hetta verður sostatt fyrstu ferð síðan annan heimsbardaga, at Wimbledon ikki verður hildið.
Wimbledon, ið er einasta grand slam kapping á grasi, var eisini seinasta gras kapping at verða avlýst, og sostatt er gras sesongin avlýst, øll sum hon er.
Fyrireikararnir handan French Open, sum eftir ætlan skuldi havt verið í mei mánaði, hava frammanundan boðað frá, at kappingin er flutt til september mánaða.
– Hetta hevur verið ein torfør avgerð, og vit hava tikið hana við størsta atliti til fólkaheilsu og vælveru hjá teimum, ið koma saman at skapa Wimbledon, sigur Ian Hewitt sambært BBC, formaður í All England Lawn Tennis Club, sum er felagið handan Wimbledon.
Á Twitter hava fleiri tennis stjørnur gjørt vart við, at talan er um sorgarboð. "Knústur", sigur Roger Federer stutt og greitt, meðan Serena William sigur seg vera skelkaða. Tey bæði hava vunnið Wimbledon finaluna í einmansleiki ávíkavist átta og seks ferðir.
Wimbledon kappingin varð sett á stovn í 1877 og er sostatt elsta grand slam kappingin í tenniskalendaranum.