Wilshere úti í minst seks vikur

Jack Wilshere verður ikki við hjá Arsenal komandi seks vikurnar, eftir at hann breyt fótin í dystinum móti Danmark.

Jack Wilshere verður ikki við hjá Arsenal komandi seks vikurnar, eftir at hann breyt fótin í dystinum móti Danmark.

 

Miðvallarleikarin hjá Arsenal, 22 ára gamli Jack Wilshere, fekk ein skaða í vinstra fót í einum samanbresti við Daniel Agger í 12. minutti av vinardystinum móti Danmark.

 

Hann spældi tó víðari heilt fram til 59. minutt á Wembley í gjárkvøldið.

 

Skaðin merkir, at Jack Wilshere ikki verður við í fjórðingsfinaluni í FA Cup sunnudagin á heimavølli móti Everton, eins og áttandapartsfinaluna á útivølli móti Bayern München.

 

Síðani hevur Arsenal eitt London derby móti Tottenham á White Hart Lane sunnudagin eftir, og teir skulu eisini møta bæði Chelsea og Manchester City, áðrenn mánaðin er av.

 

Upprunaliga var hugsanin tann, at Wilshere var sloppin undan álvarsligum skaða, eftir at FA skannaði fótin mikukvøldið. Nærri kanningar í Arsenal hósdagin vístu, at har var eitt brák í einum beini í fótinum.