Fyri nøkrum árum var líkt til, at enski Jack Wilshere skuldi gerast ein av stóru stjørnunum á liðnum hjá Arsenal, tá ið hann slóð sítt navn fast í Premier League í blaðungum aldri. Síðani er tað tó gingið niður at bakka fyri í dag 24 ára gamla Wilshere, sum hevur spælt lítið og onki av fótbólti seinastu árini, tí at hann hevur verið so illa darvaður av skaðum.
Í dag er Jack Wilshere fyribils komin fyri seg, men tað verður torført hjá honum at fáa spælitíð á miðvøllinum hjá Arsenal, tí at í hesum kappingarárinum eru nógvir góðir leikarar um boðið til miðvallaraplássini hjá felagnum.
Hetta hevur elvt til, at Arsène Wenger og Wilshere eru blivnir samdir um, at leikarin verður útleigaður til annað felag fyri at fáa ferð á yrkisleiðina aftur. Sera óvæntað verður tað botnliðið Bournemouth, sum í fjør endaði fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna, ið strýkur avstað við Wilshere.
Sambært Sky Sports hevði Wilshere eisini møguleikan at fara til enska Crystal Palace ella at velja ímillum italsku stórfeløgini, AC Milan og Roma, men Wilshere valdi Bournemouth fram um hesi feløg.
Jack Wilshere hevur í dag verið til læknakanning hjá Bournemouth, og fyri løtu síðani var leigusáttmálin, sum er galdandi fyri restina av kappingarárinum, kunngjørdur.
Bournemouth flutti upp í Premier League í fjør á fyrsta sinni nakrantíð. Felagið hevur eisini klárt tann minsta leikvøllin í stóru fótbóltskappingini. Leikvøllurin hjá Bournemouth, Vitality Stadium, tekur bara 11.600 áskoðarar, sum er sera lítið, tá ið kappingin eitur Premier League.