Willy Kastborg 80 ár

Mikudagin 12 januar fyllir Willy Kastborg á Strondum 80 ár.

Willy er ættaður úr Norra. Seinnu árini hevur hann búð á Strondum saman við konu síni, Elsebeth Kristina.

Hann hevur gjøgnum árini skrivað nógvar greinar og gjørt samrøður fyri Sosialin og Dimmalætting og havt sendingar í Útvarpi Føroya.

Willy skrivaði handritið til føroysku operaina "Arnhild og Eystein", og hann hevur skrivað páskaoratoriið "Judas Iskarjot", sum í ár verður framført í Sjóvar Kirkju av kórinum "Tarita" undir leiðslu av Sunleifi Rasmussen.

Willy Kastborg hevur verið journalistur og blaðstjóri á fleiri norskum bløðum. Hann var høvuðsummælari fyri leikhús og bókmentir á "Arbejderbladet" í Oslo. Hansara greinar hava staðið í norskum, svenskum og donskum avísum.

Eisini var Willy við í arbeiðinum at gera eina lærubók fyri hægri skúlar í Norra.

Hann var programsekreterur í "Norsk Rikskringkasting" við radiosendingum í Norra, Danmark og øðrum evropeiskum londum.

Hann hevur leikstjórnað útvarpssjónleikum í Norra, og hansara uppseting av "Jeppe på bjerget" er sýnd á Nationalteatret í Oslo, og sýnd á palli í Svøríki, Finnlandi og Danmark.

80 ára føðingardagurin verður hildin í heiminum Srondum.