Tann 78 ára gamla country legendan, Willie Nelsin, hevur nú gjørt sína egnu útgávu av lagnum hjá Coldplay við heitinum The Scientist.
Countrykongurin hevur í samstarvi við felagsskapin The Chipotle Cultivate Foundation, sum hevur gjørt fast food ketuna Chipolte Mexican Grill, gjørt sína egnu útgávu av hittinum hjá Coldplay. Willie Nelson hevur givið útgávuni heitið Back to the Start.
Við Back to the Start er eisini gjørdur ein teknifilmur, sum Johnny Kelly hevur staðið á odda fyri. Videolagið fylgir einum bónda, sum fer frá at eiga ein lítlan bóndagarð, til at eiga eina stóra fyritøku. Bóndin tekur at enda avgerð um at steðga stóru fyritøkuni, og venda aftur til lítla bóndagarðin, sum eisini virðismetir djórini og náttúruna.
Chipolte hevur stuðla sanginum og videolagnum við tí fyri eyga, at varpa ljós á týdningin av einum heilsugóðum lívi og natúrligum rávørum.
Coldplay, sum frammanundan hevur góðkent útgávuna hjá Willie Nelson, skrivaði á Twitter i gjár soleiðis Frálík útgáva, og ein frálíkur lítil filmur.
Hetta veit gaffa.dk í dag.