Williamshús grunnur veruleiki

Grunnurin Williamshús er nú settur á stovn og ein nevnd er mannað.

Í sambandi við, at grunnurin ‘Williamshús’ varð settur á stovn var eitt lítið hátíðarhald í húsunum hjá Williami Heinesen á Varðagøtu 43 í dag.

 

- Endamál grunnsins er at varðveita húsini hjá Williami og Lisu Heinesen og at miðla ritverkið og listarliga virksemið hjá Williami Heinesen, umframt at grunnurin átekur sær at keypa verk hjá honum, tá hesi eru í boði. Húsini verður bæði savn og listafólkabústaður eins og tað hevur verið í mong ár, sigur Kinna Poulsen í tíðindaskrivi. 

 

Tey boða frá, at nevndin í grunninum umboðar eitt breitt mentanarligt samstarv, ið skal tryggja, at húsið verður rikið í rættari listarligari ond samsavarandi við altjóða museumslógina, ICOM Code of Ethics for Museums frá 2013.

 

- Nevndin hevur nógv góð hugskot til framtíðar brúk av hesum hugnaligu og serligu húsum, hetta fara vit ivaleyst at hoyra meira um seinni. Fyribils kunnu vit øll somul fegnast um, at grunnurin Williamshús er vorðin til veruleika, og at framtíðin hjá einum sonnum mentanarskatti í Havn á henda hátt er tryggjað, sigur Kinna. 

 

Í nevndini fyri grunnin sita Zacharias Heinesen, Elisa Heinesen, Sif Gunnarsdóttir, Heðin Mortensen, Gunnar Hoydal, Bergur Rønne Moberg, Henrik Wivel og Jógvan Páll Lassen.