Williams vann trygt

Serena Williams vann trygt á´Simona Halepí finaluni av WTA Finals í Singapore.

TAð sá kortini ikki alt for gott út í byrjanini av dystinum, tí Williams hevði stórar trpulleikar við at halda servuna í fyrsta game'i - mentað eydnaðist.

 

So fór Halep í gongd, og hon vann sína servu og breyt síðani servuna hjá Williams, og kom harvið á odda 2-1.

 

Men eftir hetta fekk Williams sítt spæl at koyra, og eftir at Halep vann sítt næsta servipartí, fór Williams avstað við øllum.

 

Hon vann fyrra sett 6-3, og deildi síðani egg út í seinna setti, sum hon vann6-0.

 

Hetta er triðja árið í rað, at Serena Williams vinnur WTA Finals í Singapore.