Sherman Williams úr Bahamas er komin til Danmarkar, har hann hevur fingið til uppgávu at fyrireika Sarah Mahfoud til komandi HM-dystin, sum væntandi verður kunngjørdur í næstum.
48 ára gamli Sherman Williams hevur hópin av venjingarroyndum og venjaraútbúgvingum, og hann er staðsettur í Florida í USA.
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at føroysktfødda Sarah Mahfoud venur við Sherman Williams. Williams var venjari hjá Mahfoud, tá hon í februar gjørdist IBF meistari eftir sigurin á amerikansku Brendu Carabajal í Frederiksberg hallerne.
Orsakað av koronufarsóttini hevur Sarah Mahfoud ikki havt møguleika at venja við Sherman Williams í seinastuni, og nevaleikur yvirhøvur hevur ligið stillur ein stóran part av árinum.
Men nú skal venjingin upp í ferð aftur, sigur Sarah Mahfoud.
– Eg skal vera so klár, og tað verði eg við Sherman Williams. Eg skal ikki bara gera tað gott og síggja gott út. Eg skal vinna, og tað skal helst vera sannførandi, sigur Sarah Mahfoud.