Tað var tann 22. oktober, at Transocen Rather setti borin í undirgrundina á Williamleiðini á føroyska landgrunninum. Nú góðar fimm mánaðir seinni er boringin steðgað med alla. Og júst í hesum døgum verður so riggað av. BP og Jarðfeingi fara í næstum at senda út skriv til almenningin, har úrslitið av boringini verður kunngjørt veit Sosialurin at siga frá góðum keldum. Somu keldur vilja vera við, at tað vera ikki góð tíðindi, sum tá fara at koma út. Eftir øllum at døma er henda mest kostnaðarmikla oljuboringin í føroyskari søgu eitt sætt vónbrot. Umframt at tað hevur gingið sera illa at bora orsakað av tí áhaldandi ringa veðrinum í allan vetur, so hevur heldur ikki hilnast væl, sohvørt borurin er komin longur og longur niður í undirgrundina. Sum skilst hevur BP møtt nógvum trupulleikum á leiðini niður, eitt nú hevur jarðfrøðin eitt nú grótslagið verður nógv øðrvísi enn mett frammanundan av serfrøðingunum.
Sum skilst á keldunum er borurin heldur ikki komin niður á ætlaða málið á 4750 metrum.
Sosialurin hevur ikki fingið hesi tíðindi váttað og kann bert vísir til keldur, sum vit tó meta rættiliga haldgóðar.
Williambrunnurin er mettur at kosta nærum eina hálva milliard krónur. Hann er tann sætti brunnurin, sum er boraður á landgrunninum síðani fyrstu leitiloyvini vórðu latin fyri umleið sjey árum síðani. Hóast ein virkin kolvetnisskipan er staðfest er einki lønandi oljufund gjørt enn.
Serfrøðingar, sum Sosialurin hevur tosað við, siga, at her er talan um eitt stórt bakkast fyri oljuleiting við Føroyar, men vísa tó á, at harfyri er ikki øll vón burtur, tí oljufeløg hava í umbúnað at bora aðrar brunnar komandi árini. Eisini gongdin beint hinumegin markið verður mett at kunna fáa positivan týdning fyri Føroyaøkið.