William verður ein spennandi brunnur

Nú seinasta boringin á landgrunninum ikki vísti seg at goyma olju ella gas verður álitið sett til ta næstu boringina ella rættari sættu boringina á landgrunninum, William. Ein teirra, sum er sera spentur um henda brunnin, er stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu. Hann vónar, at vitanin frá Brugduni fer at koma væl við, tá BP samtak fer at bora William næsta summar.

Men hvat var tað so, sum kom burtur úr Brugduni, ið kann brúkast í Williambrunninum. Tað er fyrst og fremst sannroyndin, at tað er ikki nakar trupulleiki at bora gjøgnum basalt og síðani onnur tøknilig og boritøknilig vitan.

Sigurð í Jákupsstovu er ikki heilt so vónsvikin av Brugduni, sum mong onnur eru tað, tí hetta við turrum brunnum er ein partur av leitingini. Vitan frá boringum skal kunna hjálpa í komandi brunnum.

Tøkniligar trupulleikar
Men hvat hendi veruliga seinastu dagarnar í Brugduholinum?

Sigurð í Jákupsstovu sigur, at tøkniligir trupulleikar gjørdu, at man gjøgnumførdi ikki boringina, og harvið komu feløgini heldur ikki til tað seinna og endaliga málið tey høvdu sett sær. Ætlanin var upprunaliga at bora niður á 3800 metrar. Man rakk tó ikki tað staðið, sum prognosan segði, at olja kundi vera til steðar. Tí varð so avgjørt at bora eitt sindur longri fyri at vita, um man ikki kom til staðið ella endaliga málið. Tá var tað, at tey á Stena Don fingu tøkniligar trupulleikar, og man rakk tí ikki niður til endamálið málið. Tað hevur so ligið longur niðri enn teir 4200 metrarnar borað var, tó at vit ikki vit hvussu nógv djúpri.

Stjórin á Jarðfeingi sigur, at út frá tí er sannlíkt, at okkurt – olja og gass - eru djúpri, tí tú komst ikki gjøgnum ella til tey løgini vit vita aðrastaðni á Hetlandsmótinum innihalda olju og gass.

Oljufyrisitingin kundi ikki krevja av samtakinum, at tað boraði longur, tí tað hevði jú hildið seg til sínar upprunaligu skyldur at bora 3800 metrar. So tað var einki krav at fara víðari og so skuldi eisini vera semja um at fara víðari. Boringin varð so heldur ikki gjørd og sett upp til at fara longur niður. Tvs. at hetta fór at kosta nógv meira og deils var boriholið ikki designað til at fara djúpri.

Men avgjørt varð kortini at bora longur niður enn ætlað og varð borað niður á 4201 metrar men man náddi sum sagt ikki seinasta málið. Óvist er hvussu nógv skuldi borast aftrat fyri at koma til endaliga málið. Tvs. at man kom ikki heilt til ta jarðfrøðina, sum man ætlaði at røkka, tí hon liggur djúpri enn prognosan sigur. Tá kann tað so vera, at okkurt finst djúpri, men samtíðis vita vit eisini, at tá og um tú finnur kolvetni so djúpt niðri í undirgrundini, tá kunnu tað eisini koma aðrir trupulleikar so sum at oljan er ring at handfara.

BP borar djúpri
Uppá fyrispurning um BP ikki fer at bora so djúpt, at tað kann koma niður á møgulig mál væl djúpri enn tað Statoil rakk, sigur Sigurð í Jákupsstovu, at tað mugu vit so bara vóna. Vit mugu so rokna við, at basaltlagið er ikki so tjúkt sum á Brugduleiðini, tí vit koma longur frá Føroyum. Taka vit t.d. Longanbrunnin, sum Statoil boraði á sinni, so liggur hann nakað frá William, men har varð einki basalt. So hvussu djúpt tað er og hvussu tjúkt basaltið er, har BP skal til at bora, er ikki lætt at siga. Hetta er eisini ein spennandi brunnur. Jarðfrøðiliga er henda verkætlanin øðrvísi enn Brugdan.

Tað týdningarmikla er, at Williamboringin fær nyttu av Brugdubrunninum. Tvey av feløgunum, sum vóru við í Brugduni eru við í boringini næsta ár, Shell og Anadarko.
Stjórin á Jarðfeingi vónar, at Willambrunnurin fer at hátta seg øðrvísi enn Brugdan, men váðin er framvegis stórur, so vit kunnu fáa ein turran brunn aftur her. Men at vit hava fingið so nógvar nýggjar upplýsingar frá Brugduni skuldi kunnað gjørt, at tilrættaleggingin av Williambrunninum verður nógv betri og neyvari, eitt nú boritekniskt.

Jarðfeingi fylgir spent boringunum hinumegin markið, tó at føroyskir myndugleikar ikki fáa innlit í boring á bretskum øki. Men av tí at brunnarnir har kunnu fáa stóran týdning fyri loyvi 008, sum somu feløg hava á føroyskum øki, so verður fylgt væl við.