William Heinesen,sum vit minnast, nú 100 ára føðingardagur hansara stendur fyri durum, skrivaði bøkur sínar á donskum. Tað vita øll. Men fæstu munnu vita, at hann eitt langt lív skrivaði greinir og hugleiðingar á føroyskum í tíðarritum og bløðum.
Mentamaðurin Jóhannes Enni, sáli, savnaði alt hetta tilfarið og burtur úr tí hava Marianna Debes Dahl og Árni Dahl gjørt eitt úrval, sum forlagið Fannir gevur út undir heitinum »William ummælir fagrar listir«. Hetta eru umrøður og ummæli, ið William Heinesen skrivaði í árunum frá 1924 til 1984. Talan er um tilsamans 46 greinir, tól kunnu vit nevna bókmentagreinir, fimtan bókaummæli, ein er um leiklist, fimm um tónlist, níggju um myndlist, og fýra kunnu vit rópa orðadrátt.
Aftast í bókini eru evnisyvirlit og navnaskrá.
Ingi Joensen hevur evnað kápuna til. Har nýtir hann málningin »Fjallaoyggjar«, sum Jacob Olsen, vinmaður Williams, málaði. Forlagið Fannir gevur út.
Bókin er 230 síður. Hon fæst bara innbundin og kostar kr. 250,-