William á Norðurbryggjuni

Mikukvøldið verður tiltak á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Hetta tí William Heinesen nú hevði verið 105 ár

William Heinesen á Norðurbryggjuni

Um William Heinesen enn hevði livað, hevði hann verið 105 ár tann 15. januar. Men hann livir enn í bókmentum og tónleiki og í sambandi við føðingardagin, fer Bergur Rønne Moberg at halda fyrilesturin »Og so er hann musikalskur« - Tónleikurin í fagurbókmentum Williams.
Aftaná fyrilesturin fer okkara góða og vælkenda vísusongkvinna Annika Hoydal at syngja sínar egnu tulkingar av yrkingum Williams og greiða frá bæði tónleiki og hvussu hon kendi hann.
Alt sítt lív hevði William eins stóran áhuga fyri tónleiki sum fyri bókmentum. Hann segði enntá, at hann fekk meira íblástur við at lurta eftir tónleiki enn við at lesa bókmentir. William spældi sjálvur klaver, men helt seg kortini ikki vera nakran serligan tónleikara. Tað var tónleikur í familjuni, nógvur tónleikur, og William var heppin at vaksa upp í einum listarligum umhvørvi, ið annars ikki var so vanligt í Føroyum um aldarskifti.
William fekk tónleikin inn við móðurmjólkini, men tað var ikki fyrr enn í seinnu bókmentunum, at hann fór at flætta tónleik inn í bókmentaverkini. Tá ið hann var komin í gongd, lat tónleikurin upp nýggjar hurðar í bókmentaliga arbeiðinum. Við tónleikinum kom eitt størri listarligt medvit, sum fyrlesturin serliga fer at snúgva seg um.