William í naknari kvinnu

Hetta má eitast at líkna føroysku útgávuni av søguni hjá H. C. Andersen um nakna keisaran og hansara vøkru klæðir.

Nú vit hava hoyrt øll tey føgru orðini um standmyndina, sum reist er yvir okkara mætasta skald nakrantíð og kanska til allar tíðir, William Heinesen, runnu fleiri onnur hugskot fram fyri meg, sum eftir míni metan høvdu verið meiri ærulig og vandalig hugskot. Minnist sjálvur frá 70-unum og 80-unum, tá ið eg starvðist í Havn, at eg tíðum rendi meg í William og Lisu í Plantasjuni.

Hetta er ein minnilig og ógloymandi sjón og hon stendur fyri mær enn sum ein virðiligur varði um hesi megnar fólk, har eg síðan serliga havi lært Lisu at kenna.

At reisa einum so mætum og kendum manni ein sovorðnan varða í býi, har hann sjálvur hevur verið heiðursborgari, eitt, sum eg til ongar tíðir fari at fata. Álvaratos, hvør verður standmyndin yvir Bill Clinton, kundu vit í spølni spurt, men hetta spølni er kortini ikki so fjart og grunt?!

Síggi fyri mær fyrstu løtuna, tá ið eg og dóttirin fara spákandi gjøgnum Plantasjuna og vit koma til hesa standmynd.

Hon spyr:

- Babba, hvat er hetta?

- Ein standmynd, svari eg.

Hon spyr:

- Ein standmynd?!

- Ja, er hon ikki vøkur, svari eg.

Hon spyr:

- Ein standmynd av hvørjum?!

- Av langabba tínum! svari eg og havi hug at hyggja burt.


Ólavur í Beiti

rithøvundur